Jóansøkudystur á Eiðinum í kvøld, fríggjakvøldið kl. 18.30. Talan er um sera umráðandi landskappingardyst í stríðnum um uppflyting.
FC Suðuroy skrivar á heimasíðuni: Komið vestur frá setanini av jóansøkuni til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið, ella pylsu og eina kalda afturvið, og ikki minst eitt gott prát áðrenn dystin.
Okur eru klár hálvan tíma áðrenn dystin og vónandi síggja vit nógv fólk á Eiðinum, skrivar FC Suðuroy, og ynskir øllum eina góða jóansøku.
Facebook viðmerkingar