Hóast fleiri jóansøku-tiltøk longu hava verið og eru farin ígongd, so er tað í dag, fríggjadagin 24. juni, at jóansøkan verður sett. Sum vant verður byrjað við skrúðgongu frá Gamla Skúla út til Minnisvarðaøkið, har Bjarni Johansen, borgarstjóri, setur jóansøkuna.
Eftir setanina verðurpisufundur. Har savnast pisurnar, ið hava tikið prógv á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni. Jórun Mohr Viderø heldur pisurøðu. Gestarøðari er Niels Rødgaard. Dagfinn Olsen fer at framføra lagið Fagri Flokkur.
Facebook viðmerkingar