Summarskúli hjá bogaskjótifelagnum Suðurskot

Bogaskjótifelagið í Suðuroy, Suðurskot, skipar fyri einum 4-dagar summarskúla í komandi viku. Skúlin byrjar mánadagin 27. juni og endar 30. juni, og er í Marghøllini. Kostnaður 1.000 kr., íroknað er leiga av útgerð.

  • Tøk pláss eru á seinnapart toyminum, sum er frá kl. 13.00 til 15.30
  • Tøk pláss eru á kvøldar toyminum, sum er frá kl. 19.30 til 22.00

Pláss er fyri:

  • Børnum 10 ár ella eldri
  • Børn við foreldrum ella ommum og abbum
  • Byrjarum, sum vandum

Luttakarar læra barebow teknikkir, snildir og taktikkir. Lært verður at skjóta við boga og luttakarar læra hvussu ein fyrireikar seg til kappingar. Summarskúlin endar við einum lítlari kapping millum luttakararnar.

Tilmelding á sudurskot@sudurskot.com. Vinarliga upplýs navn, aldur og seinnapart ella kvøld.

Facebook viðmerkingar