”Rúsfríður dagur” á Jóansøku leygardagin 25 juni frá kl 13-17

Frelsunarherurin ynskir at varpa ljós á hugtakið ”Rúsfríður dagur”.

Frelsunarherurin er ein altjóða Kristiligur felagsskapur, sum arbeiðir m.a við menniskjum sum hava trupuleikar av rúsdrekka. Vit vilja tí nýta henda dagin, við at vísa samhuga við teimum børnum og vaksnum ið líða, orsakað av rúsandi evnum.

Vit koma at verða tilstaðar á p-økinum uttanfyri Torgið, leygardagin frá kl.13-17.

Vit koma at bjóða ókeypis leskidrykkir úr sodavatni, pynta við frukt v.m. Vit koma samstundis at verða tilstaðar til eitt prát og bjóða faldarar út.

Verið vælkomin at leggja leiðina framvið hjá okkum.

Eitt slíkt tiltak hevði als ikki borið til uttan góðar stuðlar. Vit vilja tí nýta høvið at takka Torginum fyri stuðlan av gløsum og einýtis vøru. Føroya Bjór, fyri stuðlan av sodavatni og Kirvi, fyri stuðlan av vatnið v/smakkið.

Eina góða og – so rúsfríða Jóansøku, sum gjørligt – verður ynskt tykkum øllum.

Heilsan Frelsunarherurin
”Suppa, sápa, frelsa” síðani 1865

Facebook viðmerkingar