Tey fyrstu árini eru avgerandi

Tað vita vit. Uppvøksturin hjá einum og hvørjum barni krevur eitt samfelag í javnvág. Og tað er ikki støðan, tá sernámsfrøðiliga ráðgevingin hjá Sernám er ófullfíggjað.

Hetta er okkara framtíð, sum Kristina Toftegaard Larsen segði í innslagnum í kvøld. Vit mugu raðfesta betri. Gera vit ikki tað, verður hetta sum við kavabóltinum, sum veksur seg størri og størri, jú meira hann rullar.

Fari tí at mæla til, at landsstýrismaðurin finnur eina góða loysn sum skjótast. Persónliga fari eg at fylgja hesum málinum til dyrnar í løgtinginum, so ein samd politisk skipan raðfestir fyrstu árini hjá okkara børnum.

Tí eg veit, at meirilutin av politisku skipanini vil ikki niðurraðfesta okkara børn. Tað velji eg ikki at trúgva uppá. Latið okkum standa saman um at fáa hetta loyst beinanvegin.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður

Facebook viðmerkingar