Sunnudagur 6. novembur – Frelsunarherurin í Vági 75 ár.
Í hesum døgum, eru tað liðin 75 ár síðani at Frelsunarherurin keypti hús og fór undir regluligt virksemi, her í Vági.
Hettar fara vit at hátíðarhalda á møtinum komandi sunnudag kl 17, har ymiskt verður á skrá, ymsar sangkreftir luttaka og bjóða verður lagkøka aftaná møtið.
Skráin fyri dagin er hendan:
Sunnudagin
kl. 12 Sunnudagsskúli
kl. 17 Møti
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar