Námsfrøðingar til dagstovnaøkið hjá Vágs kommunu

Vágs Kommunu søkir eftir tveimum námsfrøðingum til tíðaravmarkaði størv á 35 tímar um vikuna, at byrja 1. januar og fram til summarsteðgin 2023.

Eikilund, Ungdómshúsið og Frítíðarskúlin, ið mynda dagstovnaøkið, eru undir somu leiðslu, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum í Vági.

Okur vænta, at tú:

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
  • er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
  • tekur ábyrgd og setur tær mál
  • leggur stóran dent á at skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.

Setanarviðurskiftir

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensli og møgulig viðmælir verða send til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo.

Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skal fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. november 2023 kl. 12.00.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar