Varðin Pelagic bjóðar almenninginum sildafløk

Aftur í ár bjóðar Varðin Pelagic fesk sildafløk uttan skæðu til almenningin. Sildafløkini verða pakkað í 2 kg. frystiposar og løgd í ískør uttanfyri skrivstovubygning okkara. Sildafløkini verða klár at heinta 10. ella 11. november. Nærri tíðspunkt um heinting kemur seinni. Vit heita á øll áhugaði um at fylgja við.

Fyri at fáa ábending um hvussu nógv sildafløk vit skulu framleiða, verða øll áhugaði biðin um at viðmerkja “Ja, takk” undir uppslagnum á facebook-vanganum hjá Varðin Pelagic.

Facebook viðmerkingar