Allahalgannakonsert í Vágs kirkju

Sunnudagin, 13. novembur, kl. 17, hevur Kirkjukórið Ljómur árligu allahalgannakonsertina og offurgudstænastuna.

Summardáar á bønum, samgonguslit og ólag á veðurlagnum…

Takið eina stilla stund sunnudagin og komið og syngið við, tá ið ”Nú hvítna tindar…” aftur fer at ljóða í Vágs kirkju, soleiðs sum hann var sungin á fyrsta sinni hin 1. novembur 1942.

Kórið fer at syngja eina fjølbroytta skrá.
Benjamin Gaasedal er kórleiðari hjá Ljómi.

Facebook viðmerkingar