Á missiónsvikuni í Meinigheitshúsinum luttekur toymið ”’Við Heimamissiónini á ferð”
Á møtinum fríggjakvøldið (11.nov.) kl. 20:00 skipa Andrias Magnussen, aðalskrivari og onnur fyri møti, ið vendir sær til ungdómin – men sjálvandi eru øll vælkomin. Aftaná er hugnalig samvera.
Leygarkvøldið (12. nov. ) kl. 20:00 talar Jørgen Andreasen trúboðari úr Leirvík, og kórið í Porkeri syngur.
Kaffi verður aftaná.
Sunnukvøldið (13. nov) kl. 19:00 verður ein sangløta við sumbiarkórinum og mannsbólkinum. Aftaná møtið verður nátturði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gevið gætur! Orsakað av serligum umstøðum verður einki møti tórskvøldið,
og vegna konsertina Í kirkjuni byrjar møtið sunnukvøldið kl 19:00
Facebook viðmerkingar