Christian Andreasen, nú fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, gevst í politikki, hesum váttar hann fyri in.fo í morgun.
Christian Andreasen sigur við in.fo: Mín persónliga undirtøka millum veljarar floksins á fólkatingsvalinum gjørdist eisini minni, bæði í mun til seinasta fólkatingsval og í mun til seinasta løgtingsval, hóast eg fyri kortum bleiv valdur til formann fyri flokkin.
Afturat hesum kemur, at eg ikki havi neyðugu breiðu undirtøkuna í tingbóklinum, millum annað til at fremja tær broytingar, sum eg meti vera neyðugar fyri flokkin.
Eg havi tí tikið avgerð um at fara frá sum formaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis skal eg boða frá, at eg ikki stilli upp aftur til næsta løgtingsval.
Eg fari sostatt úr politikki og fari aftur at virka sum advokatur fulla tíð.
Í løtuni er ógreitt hvør verður formaður Fólkafloksins, sum eisini skal standa á odda fyri løgtingsvalinum 8. desembur, har valstríðið varð skotið ígongd í gjár.
Facebook viðmerkingar