Fleiri taka lán til orkusparandi loysnir

BankNordik: Alsamt fleiri taka elbillán og lán til orkusparandi loysnir til bústaðin.

Talið á teimum, sum fáa sær orkulán, er vaksandi. Seinasta árið er talið á orkulánum vaksið við 38%. Orkulán er ætlað teimum, ið skulu gera orkusparandi ábøtur á bústaðin, til dømis umlegging frá oljufýri til jarðhita ella hitapumpu.

Harumframt er talið á grønum bústaðarlánum vaksið við 151% seinasta árið. Grønt bústaðarlán er eitt bústaðarlán við eini lægri rentu og er ætlað teimum, ið hava ein bústað, sum verður hitaður við eini varandi orkuskipan.


Stórur eftirspurningur eftir láni til elbil

Tað eru eisini fleiri, sum keypa sær elbil, og hetta sæst aftur í samlaðu tølunum á elbillánum. Seinasta árið er talið á elbillánum vaksið við 119%. Vøksturin er serliga høgur havandi í huga, at føroyingar sum heild hava keypt færri bilar í ár samanborið við í fjør.

”So hvørt sum oljuprísurin er hækkaður, hava vit upplivað ein alsamt vaksandi eftirspurning eftir lánum til orkusparandi loysnir. Vit fáa serliga nógvar fyrispurningar um lán til elbil og lán til nýggja orkuskipan. Fyri at stuðla undir grønu gongdini hava vit eina lægri rentu á hesum lánum, soleiðis at tað gerst lættari hjá okkara kundum at velja burðardyggar loysnir”, sigur Turið F. Arge, stjóri í BankNordik.

Facebook viðmerkingar