Tórskvøldið 17. november kl. 19.00-21.00 verður Ítróttasamband Føroya í skúlanum í Trongisvági við einum áhugaverdum fyrilestri. Soleiðis siga tey um tiltakið:
Í døgunum 8. – 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimum, venjarum, íðkarum, foreldrum og øðrum áhugaðum.
Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu«
Vit fara greiða frá nýggju ætlanini hjá ÍSF og ynskja at hoyra tykkara hugsanir. Umframt orðaskifti, verða skiftandi framløgur frá gestarøðarum.
Hetta kvøld hugleiðir Øssur Debes Eiriksfoss um sjónarhornið hjá einum íðkara.
Øssur er fyrimyndarligur ítróttamaður. Sum so nógvir aðrir føroyskir dreingir flirtaði hann sum ungur við fótbóltin, men tað var fimleikurin, sum dróg mest. Hann hevur hugtikið okkum í ringunum, á gólvinum og við lop yvir hest. M.a. var hann partur av fyrsta fimleikaliðnum, ið vann gull á Oyggjaleikunum. So góður úrmælingur var hann, at hann hevur verið partur av danska fimleikalandsliðnum bæði til EM og HM. Eitt skifti íðkaði hann eisini frælsan ítrótt, og vann sær eisini heiðursmerki har. Øssur er ein av djarvu typunum, og sonevnda ekstremítróttin dregur hann. 10 metur vippan er upphiting hjá Øssi – tit minnast helst, tá hann, saman við tveimum øðrum fimleikarum vísti síni fimleikakynstur við at “cliff-jumpa” í føroysku náttúruni. Og helst er tað eisini av somu orsøk, at hann hevur funnið seg so væl heima á Ítróttaháskúlanum í Vági, har hann m.a. er undirvísari í klintring. Øssur er framvegis virkin klintrari.
Hetta er fyrsta strategiska stigið fram ímóti at styrkja føroyska ítróttafelagsskapin og skapa ítrótt fyri øll – alt lívið.
Vit vóna at tit møta fjølment til tiltøkini,
Ítróttasamband Føroya
Facebook viðmerkingar