Listi E: Lækka skattin, hækka barnafrádráttin og íløgur í trivna

Listi E í Vágs Býráð: Mánakvøldið 28. November verður fíggjarætlanin hjá Vágs kommunu viðgjørd á býráðsfundi.

Á býráðsfundinum fer Listi E í Vágs Býráð at leggja fram uppskot um at lækka skattin við 0,5%, soleiðis at kommunuskatturin verður 21% – og tá nærkast skattaprosentið í Vágs kommuna skattaprosentinum í stóru kommununum í oynni, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu.

Listi E leggur eisini fram uppskot um at hækka barnafrádráttin við 1.000 kr. pr. barn, soleiðis at barnafrádrátturin í Vágs kommunu verður 7.000 kr., og tá á sama støði sum í t.d. Tvøroyrar kommunu.

Vágs kommuna hevur seinastu árini havt vaksandi inntøkur og inntøkurnar í ár verða væntandi eini 7-8 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini fyri árið 2022. Onki bendur á, at inntøkurnar minka komandi ár, m.a. tí lønirnar hækkað. Vit á Lista E halda, at borgarin eigur at fáa ágóðan av meirinntøkunum við lægri skattaprosenti og hægri barnafrádrátti.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri árið 2023, sum verður viðgjørt í kvøld (mánakvøldið 28. Nov.) eru tað fleiri raðfestingar, sum býráðið er samt um. Millum annað økta játtan til Eikilund til bæði rakstur og nýgerð av hølisviðurskiftum, økt játtan til lønir og kringøkið í Vágs Skúla, økt játtan til grøna orku skipan og orku keyp í Páls Høll og vegagerð til íbúðir á Løðhamri. Eisini er semja um at seta játtan av til orkuskiftið í kommunalum bygningum.

Listi E leggur harumframt fram uppskot um at seta játtan av til víðkan av spæliplássinum í Eikilund, nú talið av børnum í Eikilund økist.

Harumframt verður eisini lagt fram uppskot um at gera neyðugar og tiltrongdar ábøtur vesturi á Eiðinum, har tað bæði manglar handikapp-wc, skiftirúmini í VB-húsinum eru slitin og gomul, og so eru ikki ljós kring vøllin, soleiðis at tað ber til av venja á Eiðinum vetrarhálvuna. Ítróttarøkið á Eiðinum er ein av dýrgripinum fyri trivnaðin í Vági, sum hevur tørv á dagføringum.

Á fíggjarætlanini fyri 2022 samtykti býráðið at seta av játtan til at gera Gamla Svimjihyl um til ein sal til Vágs Skúla, til sjónleik, filmsvísing, morgunsang, tónleik, framløgur os.fr. Men av einhvørjari orsøk var hendan játtan tikin av í heyst. Listi E hevur uppskot um at játtan verður sett av til hetta endamálið í 2023 – ein íløga sum verður til stóra gleði og gagns fyri skúlan og skúlabørn, og eisini fyri borgarar í kommununi, sum fáa eina “Løkshøll” í Vági.

Vit á Lista E hava eisini uppskot um at játtan verður sett av til at nýgera spæliplássið í miðbýnum til gleði fyri børn og ung, barnafamiljur í Vági og eisini fyri frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Spæliplássið liggur sera væl fyri, men er í løtuni ikki innbjóðandi, hetta eigur kommunan at gera nakað við.

Á tekniska økinum hevur Listi E uppskot um at kommuna gjøgnumførir samtyktina hjá býráðnum um at gera býarportur á innkomuvegunum á norðaru og sunnaru síðu á fjørðinum. Býarportrið hevur til endamáls at fáa ferðina niður longu tá bilar koma til býarskeltið á Marknoyri og við kirkjugarðin. Býráðið hevur í fjør eisini samtykt at gera veg tvørtur um Hvannadalsá, soleiðis at Geilin og Skálavegur verða samanbundnir, og skal játtan sjálvsagt setast av til at gjøgnumføra hesa samtykt.

Listi E hevur eisini uppskot um at økja játtanina til liðugtgerð av nýggja partinum av kirkjugarðinum, nú tað væntandi verður neyðugt at taka nýggja partin í nýtslu komandi ár. Eisini er játtan sett av til bátahylin og til asfaltering, og til at keypa lendið til vegaføring út frá Toftabrekku, til húsarhald í økjunum, sum Vágs kommuna fyri ártíggjum síðani lovaði vegaføring til.

Listi E heldur eisini tað er umráðandi at rinda skuld niður og er uppskot um at gjalda 2 mió. kr. í skuld, umframt avtaluna viðv. Hamragarði, sum er um 1,6 mió. kr. um árið. Skuldin hjá Vágs kommunu er umvegis Flexfunding og er rentan sera lág. Hetta lánið skal endurfíggjast innan 2 ár og verður rentan tá eini 2% hægri enn í dag, tí ræður um at gjalda niður lánið, meðan rentan er lág.

Fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu fyri árið 2023 verður viðgjørd á býráðsfundi mánakvøldið 28. Nov.

Facebook viðmerkingar