Tveir málsviðgerar til TAKS á Tvøroyri

TAKS á Tvøroyri søkir eftir tveimum málsviðgerum at byrja skjótast gjørligt. Annað starvið er fast, hitt er avloysarastarv fram til nýggjárs 2023.

Meira um størvini

Í fasta starvinum fert tú helvt um helvt at málsviðgera barsilsgjøld og at fyrisita aðrar uppgávur. Barsilsskipanin hevur sum endamál at umsita inngjøld og útgjøld í skipanini og at tryggja, at tey svara til lógina.

Í avloysarastarvinum fert tú í høvuðsheitum at málsviðgera rentustuðul, men aðrar uppgávur vera sannlíkt eisini.

Um teg

Tú hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi, men søk endiliga, um tú í staðin hevur drúgvar starvsroyndir á økinum. Tað er fyrimunur at hava royndir við málsviðgerð og almennari fyrisiting, sama við bókhaldi og journalskipan. TAKS nýtir journalskipanina 360.

Umráðandi er eisini, at tú:

  • dugir við teldu og telduskipanum,
  • hevur hegni til lóg og at seta teg inn í galdandi reglur,
  • arbeiðir sjálvstøðugt, kanst leggja til rættis og taka grundaðar avgerðir,
  • skrivar og tosar føroyskt og enskt og hevur lætt við at samskifta við fólk.

At tú ert fyrikomandi og vísir nærlagni og ábyrgd, er sjálvsagt.

Fært tú fasta starvið, vænta vit, at tú støðugt førleikamennir teg, tí tað leggur TAKS dent á, at tú gert.

Um setanarviðurskiftini

Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Bæði størvini eru fulla tíð og verða ætlandi sett skjótast gjørligt. Avloysarastarvið varir fram til 31. desember 2023. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Tað gert tú á talgildu rekruteringsskipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum. Viðmerk í umsóknini, um tú søkir fasta starvið, avloysarastarvið ella bæði.

Umsóknarfreistin er 13. desember 2022 á midnátt

Tú fært meira at vita um størvini við at venda tær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á mv@taks.fo.

Facebook viðmerkingar