Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur. Hetta merkir ítøkiliga, at vit vilja tryggja vælferð samstundis sum vit vilja tryggja frælsi fyri vinnu og borgarar.
Sambandsflokkurin fer til val upp á einar tryggar Føroyar, og hetta merkir serliga, at vit vilja tryggja føroysku vælferðina.
Seinasta valskeið raðfesti Sambandsflokkurin heilsumál við 322 mió. kr. – vit ætla framhaldandi at raðfesta heilsuøkið.
Heilsu- og røktarøkið – t.d. sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar – skríggjar eftir arbeiðsmegi.
Sum útgangsstøði hevur Sambandsflokkurin ta greiðu fatan, at arbeiðsmarknaðurin sjálvur skal skipa seg – hetta ger seg eisini galdandi í lønarviðurskiftum og arbeiðstíð.
Tó meta vit, at tørvur er á samráðingum innan heilsu- og røktarøkið. Í tí sambandi skjóta vit upp, at ein heilsu- og røktarfrádráttur verður veittur til hesar fakbólkar, sum inniber eina hægri skattafría inntøku og gevur teimum 10.000 kr. tøkar árliga. Hetta hevði ivaleyst verið við til at muna um viðurskiftini hjá núverandi starvsfólki, samstundis sum tað kundi eggjað fleiri nýggjum starvsfólkum at søkja starv innan hetta økið.
Hesin heilsu- og røktarfrádráttur skal vera eitt ávíst áramál, t.d. til 2030, sum síðani verður eftirmettur fyri at tryggja, um starvsfólkatørvurin er nøktaður.
Innan hesar karmar er møguligt at økja lønina ella lækka arbeiðstímarnar, men tað er nakað, ið arbeiðsmarknaðurin skal avgera.
Áron Vest
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Facebook viðmerkingar