Í miðlunum hoyra vit dagliga um stóra starvsfólkatrotið á heilsu- og røktarøkinum. Hetta trotið ger, at starvsfólkini á økinum mugu renna skjótari og taka fleiri vaktir fyri, at kabalin skal ganga upp. Ja, sum heild taka eitt stórt eyka tak fyri økið.
Søguliga sæð hevur hetta økið verið niðurraðfest, serliga tí talan er um kvinnudomineraði fak. Talan er um starvsfólk, ið dagliga eru um okkara veikastu borgarar, og hava tey størri virðing uppiborna fyri teirra ábyrgdarfulla og krevjandi arbeiði. Undir korona vóru ikki mørk fyri rósandi orðini um hesi starvsfólk, men so hendi ikki so nógv meira enn tað. Nú er uppá tíðina at vísa í verki, at vit meintu tað, vit søgdu.
Ásannandi at okkurt má henda og at tað má henda nú, hevur Sambandsflokkurin eitt boð uppá, hvat kann gerast frá landsins síðu fyri at bøta um støðuna. Talan er um ein heilsu- og røktarfrádrátt, ið gevur starvsfólkum kr. 10.000 meira um árið at liva fyri.
Ein slíkur heilsu- og røktarfrádráttur gevur verandi starvsfólkum ein væl uppibornan ágóða, samstundis sum hann eggjar nýggjum starvsfólki at starvast innan hesi øki.
Jónleyg J. Bech
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið
Facebook viðmerkingar