Felags valfundur í Skúladeplinum í Suðuroy sunnudagin

Sunnudagin 04-12-22 skipa politisku lokal-feløgini og miðnámsskúlin í felag fyri einum politiskum valfundi fyri øll.

Øll tey uppstillaðu í Suðuroynni, uttan Frits Strøm ið er burturstaddur, luttaka á fundinum.

Fundurin verður býttur í tvey, har ið áhoyrarin í stóran mun sleppur at valevnunum spurningar.

Jens Petur Brattalíð verður orðstýrari

1700 til 1730Øll valevnini fáa 2 minuttir hvørt at leggja fram hjartamál

1730 til 1800 Kjak um Suðuroyarleiðina

1800 til 1815 Kaffi og okkurt aftur við

1815 til 1915 Spurningar frá áhoyrarunum. Um neyðugt frá orðstýraranum.

Facebook viðmerkingar