Bíðilistarnir til barnapsykiatriina bara vaksa og bíðitíðin er nú uml. 2 ár. Tvey ár í einum barnalívi, hvussu leingi er tað ikki? Og hvussu má støðan vera í familjunum, meðan bíða verður? Tað er lætt at ímynda sær, hvussu trupult og vónleyst tað má upplivast.
Bíðilistarnir til barnapsykiatriina vóru so at siga burtur í 2019. Meðan vit sótu í samgongu, fingu vit eisini eina barnapsykiatriska dagdeild setta á stovn umframt eina røð av øðrum batum á psykiatriska økinum sum heild. Til dømis fingu vit økispsykiatri til Vágarnar, Sandoynna/Skúvoynna og Suðuroynna, og ABC fyri sálarheilsu fór av bakkastokki. Ábøtur blivu gjørdar á innleggingardeildini, og tey seinastu búfólkini, sum høvdu búð á psykiatriska deplinum í áratíggju, fingu góðan bústað hjá Almannaverkinum.
Nakrir bíðilistar til útgreining av vaksnum eru tíbetur minkaðir seinnu árini, men teir eru enn alt ov langir.
Ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung er komin í hesum valskeiðnum. Tað fegnast vit um. Annars er ikki nakað annað av nýggju sálarheilsuætlanini sett í verk í valskeiðnum. Tað frættist at vælskipaða tilboðið til mammur við barnsburðartunglyndi er, um ikki dottið niðurfyri, so skert. Tað er syrgiligt og má fáast í rættlag beinanvegin.
Tað mugu veruliga takast stór tøk á øllum sálarheilsuøkinum. Dentur má leggjast á bæði fyribyrgingarpartin, á útgreining og á viðgerðarpartin.
Vit hava Gigni, sum arbeiðir við heilsufremjan í øllum barnafamiljum og eisini á skúlaøkinum. Tað er nógv at vinna við at menna og styrkja Gigni, so vit fáa vent gongdini og gjørt meira við trivnað og fyribyrging, meðan børnini eru smá.
Meira má eisini gerast í stundini fyri at fáa bíðilistan til útgreining í barnapsykiatriini niður. Og tey tilmæli og tær viðgerðarætlanir, sum verða tilmæltar, mugu kunna setast í verk í skúlum, barnagørðum, frítíðartilboðum o.s.fr.
Føroyar eru lítlar. Tað mugu vit kunna draga fyrimunir av og bøta um samstarv millum fakbólkar og ymiskir geirar. Onga aðrastaðni í heiminum eigur tað at vera so lætt sum í Føroyum.
Vit hoyra nógvar røddir, sum siga, at tað kann ikki vera rætt, at so nógv fólk stríðast og hava ilt í sálini. Tað kann tað vera nakað um, og sjálvsagt eiga vit altíð at hyggja eftir um tað eru strukturar í samfelagnum, sum eru viðvirkandi til vánaligan trivnað, strongd og sálarligar trupulleikar. Men tað er eisini vert at hava fyri eyga, at sálarsjúka og sálarligir trupulleikar altíð hava verið av størstu fólkasjúkum. Tær hava bara verið so tabu´seraðar og stigmatiseringin hevur verið so stór, at tað hevur verið fjalt sera væl. Nú er opinleiki um økið og viðgerðartilboðini vaksa. Og tað er bara at fegnast um.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar