Komin heim, men kenslurnar eru enn til arbeiðis

Fyri 30-40 árum síðani var føroysku arbeiðsmarknaðurin merktur av, at nógv av okkum arbeiddi í framleiðsluvinnum – á flaka- og fiskavirkjum, umborð á útróðrarbátum og fiskiskipum, í alivinnuni og í byggivinnuni. Uppgávurnar til arbeiðis fevndi í stóran mun um at framleiða eina vøru ella at fáa fiskin á dekki og í lastina. Tá arbeiðsdagurin var liðugur, løgdu tey flestu arbeiði frá sær og fóru heim at halda frí og njóta løturnar saman við sínum nærmastu – og hugsaðu ikki meiri um arbeiði ella arbeiðsuppgávurnar, fyrr enn farið varð til arbeiðis næsta dag.

Síðan fyrst í 1990árunum eru farnar stórar broytingar fram í føroyska samfelagnum. Almennar tænastur eru vorðnar týðandi partur av gerandisdegnum, bæði í mun til at veita tænastur til fólk kring landið, og sum arbeiðspláss hjá fakfólki av alskyns slag.

Almennu tænasturnar – dagstovnar, fólka- og miðnámsskúlar, eldraøkið, tænastur til fólk við skerdum førleikum, heilsuverkið, almannaverk og barnaverndartænastur og so framvegis – hava allar tað til felags, at tað eru ikki vørur, sum verða framleiddar, men tænastur frá starvsfólki til brúkara. -Tænastur, har okkara fakligheit, okkara persónligheit og okkara kenslur eisini eru partur av at veita tænastuna.

Seinastu árini er trýstið á ávísar partar av teimum almennu tænastunum vaksið og vaksið. Talið av brúkarum økist, men ein samanrenning av ov lágar løn og okkara negativa umrøða av størvunum hevur ført við sær, at tilgongdin av starvsfólkum er ov lítil. Samstundis er tað gerandiskostur, at vit hoyra søgur frá starvsfólkum í umsorganarøkinum, sum siga frá strongd og avbjóðandi arbeiðsumstøðum.

Innan fleiri økið er støðan alarmerandi – og skapa vit ikki ein trivnað og eina virðing kring eina røð av umsorganarstørvum, samstundis sum vit geva eitt lønarlyft, so er vandi fyri, at fólk kring landið ikki fáa tær tænastur, sum tey hava tørv á og rætt til.

Seinastu ártíggjuni hevur verið granskað nógv í hvussu fólk verða ávirkaði av at tey í sínum starvi loysa tænastu-uppgávur við einari samanrenning av egnari fakligheit, sínari persónligheit og sínum kenslum. -Og innan umsorganarøkið – t.d. dagstovnaøkið, í fólkaskúlanum, á eldraøkinum, á heilsuøkinum os.fr. – er tað kent, at arbeiði ikki verður lagt frá sær, tá farið verður heim frá arbeiði, tí kenslurnar eru framvegis í spæl tá tú kemur heim – t.d. hugsa vit um, hvussu lítla Anja, sum datt og meiddi seg í dagstovninum, hevur tað; ella hvussu við gomlu Ingu á ellisheiminum ella Niels á sjúkrahúsinum.

Starvsfólk innan umsorganarøkið kenna seg uttan iva aftur í slíkum støðum – og er hetta eisini ein veruleiki, sum ger hesi størvini so krevjandi bæði fyri likam og sál. Tú er ikki bara til arbeiðis, meðan tú er til arbeiðis – nei, hóast tú er komin heim, so eru kenslurnar enn til arbeiðis.

Við at stytta um arbeiðsvikuna, so lætta vit eisini um gerandisdagin – bæði til arbeiðis og eftir arbeiði – hjá einum stórum bólki av fakfólki innan umsorganarøkið. Hetta verður til fyrimuns fyri okkum øll, bæði starvsfólk, brúkarar og okkum avvarandi.

Hetta er eisini eitt mál, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri løgtingið í farna valskeiði, eins og vit hava tað við í valskránni til løgtingsvalið – tí vit eru sannførd um, at hesir starvsbólkar eiga at fáa betri sømdur at virka undir.

Dennis Holm

Valevni fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar