Vágs skúli fer í einari trý ára verkætlan í tíðarskeiðnum 2023-2025 at kveikja næmingum at vera virknir í skúlatíðini.
Vágs skúli verður í næstum karmur um øðrvísi skúladagar, har rørsla kemur meira á dagsskránna, enn vanligt er. Vágs skúli hevur fingið játtað tímar til verkætlanina, og tað verður rørsluátakið FIT FIRST, ið er á skránni. Hetta er granskingargrundað rørsluátak, sum granskarar frá Syddansk Universitet hava ment saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark.
Sagt verður soleiðis um ætlanina:
Vágs skúli fer í einari trý ára verkætlan í tíðarskeiðnum 2023-2025 at kveikja næmingum at vera virknir í skúlatíðini. Tað eru nógvir mátar at vera virkin, eitt nú við at vera kropsliga virkin, og tí verður eitt av stigunum at skipa meira rørslutíð fyri næmingum í skúlatíðini. Tríggjar ferðir um vikuna fara allir næmingar í skúlanum at hava eina eyka rørsluløtu í mun til tað vanliga. Tað er í 40 minuttir hvørja ferð, og strembað verður eftir, at allir næmingar sleppa at kýta seg og gerast pøstir í stuttleika og samveru.
Í sambandi við verkætlanina Ver Virkin fara lærarar í Vágs skúla at útbúgva seg í undirvísingarháttinum FIT FIRST, ið er eitt granskingargrundað rørsluátak við venjingum, sum eru tillagaðar rørsluløtum í skúlahøpi. Tað eru granskarar frá Syddansk Universiteti, ið hava ment hetta saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark. Rørsluløturnar eru skipaðar um stuttlig, mennandi og rørslukveikjandi spøl, ið loyva øllum næmingum at luttaka og vera saman. Óvandir næmingar noyðast møguliga eina tilvenjing til at orka hetta, men rørslumynstrini eru vanligar rørslur, sum børn og ung kenna úr spølum í gerandisdegi og ítrótti, og tí metist váðin knýttur at hesum at vera lítil. Skaðar kunnu henda sum altíð í ítrótti, men tíddin av hesum er lág. FIT FIRST er tillagað í trimum trinum, sum eru ætlað næmingum í ávikavist 1.-3. flokki, 4.-6. flokki og 7.-10 flokki. Allir næmingar í Vágs skúla fara at luttaka. Rørsluløturnar verða skipaðar í skúlatíð av ítróttalærarum, soleiðis at flokstrinini hvør í sær hava 3 x 40 minuttir um vikuna. Hetta fer fram í 10 vikur á vári 2023 og aftur í 10 vikur á heysti 2023.
Tá ið Ver Virkin verkætlanin fer fram í Vágs skúla, fara føroyskir granskarar at fylgja verkætlanini og kanna, hvønn týdning rørsluátakið hevur fyri rørsluføri og heilsustøðu hjá næmingunum. Rørsluføri lýsir teir eginleikar og førleikar einstaklingar vísa í rørsluvanum sínum gjøgnum lívið. Tað kann lýsast sum hugur, evni, áræði og orka hjá einum menniskja at røra seg. Tá verður kannað, hvussu næmingar trívast við og tíma rørsluløturnar, hvussu virknir teir eru, og um teir broyta kropsligar førleikar so sum styrki, javnvág og úthaldni av kropsligu venjingini. Heilsustøðan verður lýst við at kanna blóðtrýst, vekt, hædd og trivnað. Granskingarverkætlanin fer fram samstundis sum rørsluátakið FIT FIRST og verður tí framd várið og heystið í 2023.
Ofta er vanligt í slíkum førum at hava ein annan part, ið eisini er partur av ætlanini, men sum ikki er virkin. Hetta er fyri at kanna, um munur sæst á pørtunum. Í hesum førinum verður annar partur við í ætlanini, og tað verður Tvøroyrar skúla, og møguliga ber so til at endurtaka tiltakið, har partarnir skifta um leiklut.
Tá kunnað varð um ætlanina í Vágs skúla, løgdu Magni Mohr frá Fróðskarparsetri Føroya og Helgi Winther Olsen, granskari, fram. Helgi Winther Olsen er ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og hann fer at standa fyri og skriva ph.d-ritgerð um ætlanina og úrslitini.
Myndatekstur: Helgi Winther Olsen greiðir frá
Mynd og tekstur: Dagfinn Olsen
Skúlablaðið
Facebook viðmerkingar