Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag hevur fólkafund úti í Djúpudølum í dag kl 15, Guðrun Rógvadóttir Holm ber fram røðu.
Hjartaliga vælkomin øll somul í hesum dýrdarveðri til fólkafund í dag við Hvílisteinin í Djúpudølum.
Hvar er tað, spyrja fremmand fólk?
Tit koyra niðan á kolavegin og fyrsta avkoyring á høgru síðu – ein stuttur vegstubbi, har verður gingið inn í Djúpadal.
Sungið verða eisini, m.a. vakra sangin dugnaligi yrkarin, Petur Martin Petersen yrkti, um Hvílingarsteinin í Djúpudølum í sambandi við at hann helt røðu fyri nøkrum árum síðani og høvi verður at fáa ein drekkamunn.
Hvalbiar Sóknar Fornminna-og Framtíðarfelag tók siðvenjuna við at halda fólkafund upp í 1992, tá var tað við Gamla Skúla í Hvalba og nú er tað so flutt yvir í Djúpadal, har tað hóskar seg betur – tí nú eru vit úti í haganum, eins og føroyingar, ið hildu fólkafund fyri meira enn hundrað árum síðani.
Tað verður spennandi at hoyra, hvat Guðrun Rógvadóttir Holm ber fram í røðuni í dag.
Guðrun skapti og eigur Heima í Stovu saman við Johan og skapti og eigur Guðrun og Guðrun saman við Guðrun úr Vági og hon hevur ferðast kring allan heim fleiri ferðir, so hon hevur uppliva nógv spennandi og hevur nógv uppá hjarta.
Meira fær man at vita um hana við at lurta eftir einari Brunsj sendingini, ið var gjørd við hana Heima í Stovu í Hvalba.
Pápi Guðrun er hvalbingurin Rógvi Holm úr Bakkhús og gott er at hon er komin á slóðina aftur og at øll fam. hjá henni trívist so væl í Hvalba.
Vælkomin øll somul til Fólkafundin í dag kl. 15.
Vinaliga, Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag
Facebook viðmerkingar