Dámar tær at arbeiða við børnum? Og kundi tú hugsa tær at verið við til at skapa eitt mennandi og spælandi umhvørvi fyri okra børn? So hevur Vágs Kommuna fimm størv leys at søkja á dagstovnaøkinum.
Um størvini
Talan er um:
- trý tíðaravmarkaði námsfrøðingastørv í barnagarðinum Eikilund á 30 tímar um vikuna, har tvey eru fram til 1. apríl 2024 og eitt er fram til summarsteðgin 2024.
- eitt fast námsfrøðingastarv í barnagarðinum Eikilund á 30 tímar um vikuna.
- eitt fast námsfrøðingastarv í frítíðarskúlanum og Ungdómshúsinum á 30 tímar um vikuna.
Øll størvini verða sett frá 7. august 2023.
Okur vænta, at tú:
· kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
· er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
· tekur ábyrgd og setur tær mál
· leggur stóran dent á at skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
· ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
Okur bjóða:
eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á hetta starvsøkið hjá Vágs Kommunu. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin á starvsøkinum.
Setanarviðurskiftir og meiri kunning
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensli og møguligum viðmælum verður send til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommunu, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara, telefon 73 30 08 ella petry@vagur.fo.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.
Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skal fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Umsóknin skal verða okum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023 klokkan 12.00.
Facebook viðmerkingar