Oyggja-uppgerð á Eiðinum leygardagin

Leygardagin verður oyggja-uppgerð í 2. deild hjá monnum á Eiðinum í Vági.

oddaliðið í 2. deild, FC Suðuroy tekur ímóti Royn, sum er nr. 7 í 2. deild.

FC Suðuroy hevur vunnið allar dystirnar í teimum 6 fyrstu unførunum og hevur sostatt fult stigatal, 18 stig.

Royn hevur 9 stig og vann farna vikuskiftið 3-2 ímóti KÍ á heimavølli á Skørðunum í Hvalba.

Dysturin áá Eiðinum í morgin byrjar kl. 14.

Facebook viðmerkingar