Toppdystur á Eiðinum leygardagin

Í dag, leygardagin 27. Mai, tekur 2. deildarliðið hjá okkum ímóti AB av Argjum. 

Talan er um toppdyst í 2. deild ímillum oddaliðið FC Suðuroy og nr. 2 AB.

FC Suðuroy hevur fyrstu 8 umførini vunnið 7 dystir og spælt 1 javnan og hevur sostatt 22 stig. 

AB hevur vunnið 6 dystir, spælt 1 javnan og tapt 1 dyst og hevur tapt 1 dyst. AB hevur 19 stig eftir 8 umfør. 

Dysturin á Eiðinum í dag byrjar kl. 14.

Dysturin verður eisini stroymdur á Youtube rásini hjá FC Suðuroy, FC Suðuroy TV. 

Facebook viðmerkingar