
Páls Høll søkir eftir eftir tveimum starvsfólkum frá. Talan er um eitt fast starv á 39 tímar um vikuna, við føstum arbeiðstíðum mánadag til fríggjadag at byrja 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu, og eitt parttíðarstarv sum lívbjargari annaðhvørt vikuskifti í upplatingartíðunum hjá Páls Høll at byrja skjótast til ber.
Starvsuppgávurnar eru m.a.:
- Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari. Um tú ikki hevur staðið lívbjargararoynd, tá søkt verður, so skipar Páls Høll fyri hesum.
- Ábyrgd av klárgerðing av Páls Høll í samband við almenna svimjing og tá tiltøk eru.
- Dagliga reingerð í Páls Høll, herundir vask av klæðum.o.a.
- Taka vatnroyndir og returskoling v.m.
- Avgreiða kundar og sølu.
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði.
- Luttaka á fyriskipaðum fundum.
Sum starvsfólk verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Førleikar tínir:
Tú skalt duga væl at svimja, kunna standa lívbjargararoyndina, hava telduførleikar og duga væl at gera reint.
Tú skalt eisini:
- vera fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
- og um neyðugt, arbeiða hjá Vágs Kommunu á hallarøkinum, tvs. Páls Høll, Marghøllini og ítróttarøkinum vesturi á Eiðinum.
Løn og setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni 2023 klokkan 12.00.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð, hallarleiðari, á telefon 28 50 00 ella Petry H. Mortensen, kommunuskrivari, á telefon 73 30 08.
Facebook viðmerkingar