VP.FO: Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði 43,6 mió kr í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við góðar 69 mió kr árið fyri.
Sølan vaks annars úr 852 mió kr til 933 mió kr ella við góðum 80 mió kr, men framleiðslukostnaðirnir vuksu enn meira og eisini tí bleiv tað sum tað bleiv.
Árið í fjør var merkt av russiska álopinum á Ukraina, og sølan steðgaði mestsum í fyrra hálvári í fjør, men gongd kom á aftur seinna hálvár, upplýsir leiðslan í frágreiðingini. Hon nevnir tó eisini, at tað hevur verið ein avbjóðing at fáa gjald fyri vøruna úr Russlandi.
Um framtíðina verður sagt, at vónirnar hjá føroyskum skipum um at koma í bretskan sjógv at fiska aftur eru smáar. Tað hevur tó hildnast væl í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi.
Fíggjarstøðan hjá Varðanum Pelagic javnvigaði á nýggjárinum við eini lítlari milliard, harav er eginognin ein lítil helvt.
Bogi Jacobsen er stjóri.
Facebook viðmerkingar