Nýggi leiðarin á barna- og ungdómsøkinum

Fyrsta juli tekur Eyðhild Mørk við starvinum, sum leiðari í nýggju eindini á barna- og ungdómsøkinum hjá Vágs Kommunu. Nýggja eindin fevnir um Sóljuna, ið er børn í forskúlaaldri, frítíðarskúlan og ungdómshúsið.

Í vár søkti Vágs Kommuna eftir nýggjum leiðara til barna- og ungdómsøkið. Hetta var í samband við, at barna- og ungdómsøkið hjá kommununi bleiv deilt í tvær eindir – eindin til børn undir forskúlaaldur, ið fevnir um barnagarðin Eikilund, og eindin til børn í og yvir forskúlaaldur, sum fevnir um Sóljuna, frítíðarskúlan og ungdómshúsið.

Vágs Kommuna hevur avgjørt at seta Eyðhild Mørk í starvið, sum leiðari á barna- og ungdómsøkinum við ábyrgd av Sóljuni, frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum. Eyðhild byrjar, sum sagt, 1. juli 2023.

Eyðhild er 52 ára gomul og starvast í dag á barna- og ungdómsøkinum hjá Vágs Kommunu, sum varaleiðari. Eyðhild er útbúgvin BA námsfrøðingur frá Pædagoguddannelsen Nordsjælland og hevur m.a. starvast sum námsfrøðingur, dagrøktarleiðari og varaleiðari seinastu fimm árini.

Facebook viðmerkingar