Fótbóltur við Stórá á jóansøku

Nýggi graslíkisvøllurin við Stórá var handaður Tvøroyrar kommunu í gjár. Brotssparkskapping var millum bý- og bygdaráðslimir í Suðuroyar norðaru helvt. Endin var at Bjarni Hammer, úr Tvøroyrar býráð, streyk avstað við sigrinum eftir harða kapping við Thorstein Thomsen úr Hvalbiar bygdarráð.

Tvøroyrar Bóltfelag avsvur ikki sjóvarfallið av sær og longu í dag verða fleiri dystir. Vit leggja tað yvirlitið seinast í greinini her.

STUTTLEIKADYSTUR KL. 20:00

Fyrr var siðvenja at flakakvinnur og sjúkrasystrar spældu ein dyst á jóansøku og hava vit roynt at fáa hetta upp at standa aftur. Í kvøld fara kvinnur í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, flakakvinnur frá Delta og frá TG Seafood at dystast við Stórá. Byrjað verður kl. 20:00 og øll eru sjálvandi vælkomin at eygleiða gongdina!

DYSTARSKRÁ HJÁ TVØROYRAR BÓLTFELAG

Tórsdag 22. juni
16:30 U7 kapping
16:30 U11 gentur, TB – FC Suðuroy
17:00 U11 dreingir, kapping

Fríggjadagin 23. juni
16:30 U9 dreingir, kapping
16:30 U9 gentur, kapping
17:00 U13 dreingir, TB – FC Suðuroy
20:00 Old Boys 35+, TB – FC Suðuroy

Leygardagin 24. juni
12:20 Betri Deildin, kvinnur, TB/FCS/Royn – 07 Vestur
15:00 U16 gentur, TB/FCS/Royn – ÍF
19:00 BETRI DEILDIN MENN, TB – AB

Sunnudagin 25. juni
13:00 U15 dreingir, TB/FCS/Royn – ?
15:00 U17 dreingir, TB/FCS/Royn – 07 Vestur

Facebook viðmerkingar