Søkt verður eftir tveimum stuðlum til forskúlan “Gluggan”

Søkt verður eftir tveimum stuðlum til forskúlan “Gluggan”, sum:

– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar og námsfrøðingar skúlans skulu taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

– duga at samstarva og eru fyrikomandi

– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í forskúlanum.

Um skúlan:

Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2023/24 umleið 245 næmingar í forskúla-10.flokki. 

Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar. 

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin(1.-3. flokkur) fer fram, og mið- og hádeild  í deildini í Tvøroyrar skúla. Í løtuni eru 222 næmingar í 1. – 10. fl. 30 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Tvøroyrar skúli fer komandi skúlaár at skipa fyri forskúla, sum partur av okkara innskúling. Forskúlin telur 22 næmingar.

Um størvini:

At stuðla tveimum næmingum við serligum tørvi meðan teir eru í skúla.

Størvini eru 20 tímar um vikuna. 4 tímar um dagin frá 7.30 – 11.30.

Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Tvøroyrar skúla.

Størvini verða lønt av Tvøroyrar kommunu sambært sáttmála millum kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Førleikakrøv:

 Viðkomandi útbúgving og/ella royndir kunnu vera ein fyrimunur.

Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til:

tvo@skulin.fo

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til skúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320.

Umsóknir skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin17.juli 2023

Facebook viðmerkingar