Røðan, ið Elin Mortensen helt fríggjakvøldið, tá jóansøkan á Tvøroyri varð sett.
Gott kvøld, tvøráfólk, suðuroyingar, jóansøkugestir og fantastiska hornorkestrið, sum altíð setur ein so hátíðarligan dám á tiltøkini her í býnum
Abbi mín, Brynjolfur, hann plagdi at fortelja eina søgu um nøkur tvøráfólk, sum ætlaðu sær til Havnar at halda Ólavsøku. Hetta var síðst í 19 ́indu øld.
Tey skuldu sigla til Havnar við sluppini Slangan, men hvat, tað var av allar fagrasta summarveðri, og sluppin rak bara suðureftir.
Úrslitið var, at tveir dagar aftaná Ólavsøku komu hesir somu ólavsøkugestir í stívasta puss aftur á Tvøroyri – til gongu úr Hovi.
Ólavsøkan var blivin av ongum, men eg ivist ikki í, at tey hava havt eitt stuttligt upplivilsi.
Í teirri tíðini var ongin Strandferðsla, og tað var ikki bara sum at siga tað at ferðast til Havnar.
Tí hildu suðuroyingar, kanska vóru tað serliga arbeiðsgevararnir, at tað bar illa til, at fólk vóru burturstødd í fleiri dagar í bestu summartíð, tá fiskurin skuldi turkast. Tí kundi mann ístaðin bara hildið Ólavsøkuna her suðuri.
28 juli í 1923 er ein lýsing í Føroyatíðindi. Har stendur, at skipað verður fyri Ólavsøku-útferð seinnapartin Ólavsøkudag.
Tiltakið skuldi byrja klokkan hálvgum fýra “efter vågbingers ankomst til Tveraa”. Byrjast skuldi við útferð til Kambin, og síðani enda við dansi í Klubbanum.
Hendan útferðin bleiv tó ikki av nøkrum, tí tá ólavsøkugestirnar komu stásiliga klæddir til Tvøroyrar, varð grindaboð. Bátarnir, sum vóru komnir úr allari oynni, fóru ístaðin at reka grind. Hetta var fyrsta grindin í 50 ár, ið legði beinini á Tvøroyri.
4 august í 1923 verður sagt frá í Føroyatíðindi – at hetta var ein minnisverd ólavsøkuferð.
Sostatt eru í ár 100 ár liðin síðani, fyrsta stevnan varð hildin í Suðuroynni. Tvey ár seinni blivu suðuroyingar samdir um, at ístaðin fyri at skipa fyri einum Ólavsøkutiltaki, so skuldu suðuroyingar, sum tey fyrstu í Føroyum, hava sína egnu stevnu.
Líka síðani hava suðuroyingar savnast at halda jóansøku – annaðhvørt ár á Tvøroyri og annaðhvørt ár í Vági.
Sjálv minnist eg aftur á nógvar góðar jóansøkur. Sum barn stendur tað so klárt í minninum, hvussu fantastiska grønt og frískligt alt er hesa tíðina, hvussu spennandi tað var at vakna um morgunin og býurin var klæddur í veitsluskrú, fólk vóru í góðum lag, og pisur komu suður úr øllum landinum. At standa á kaiini og heppa á Suðringin, og at fara út á plenuna at hyggja at fótbólti.
Tað er so týdningarmikið fyri okum menniskju at hava siðvenjur, og at seta gerandisdagin til viks viðhvørt. At savnast, at hava tað stuttligt saman við vinum og kenningum, og á Jóansøka at minnast til alt sum okur hava í felag – og okkara kærleika og tokka til hendan býin, til hesa oynna og til hetta landið.
Meginpartin av mínum arbeiðslívi havi eg havt sum starv at umboða Føroyar.
Tað er kanska ikki altíð tann lættasta uppgávan – at umboða eitt land, sum nógv ikki hava hoyrt um, eitt land sum ikki er ein statur, men gjarna vil fatast sum ein, eitt land sum drepur hval og setur stórar kvotur av fiski.
Og tó, so er tað eisini tað, sum gevur allarbest meining. At umboða eitt lítið, men mergjað fólkaslag, sum hevur megnað at menna eitt av heimsins ríkastu vælferðarsamfeløgum á hesum klettunum úti í Norðuratlantshavi, sum neyvan vóru ætlaðir øðrum enn flytifuglum.
Eitt samfelag grundað á demokrati og rættartrygd, har allir borgarar hava somu rættindi og somu atgongd til grundleggjandi vælferðartænastur.
Hetta kann tykjast sjálvsagt, men hetta er sanniliga nakað, sum okur eiga at virðismeta, og hava skyldu at hjúkla um.
Tí um okur hyggja út í heim, so er hetta tíverri als ikki nøkur sjálvfylgja. Tað er kanska serliga týðiligt nú, tá kríggj aftur er í Evropa.
Ukraina er álopið av einum landi, har demokrati og talufrælsi so líðandi er skúgvað til viks, og við tíðini er blivið til eitt diktatur.
Sama rák ger um seg í fleiri londum í Evropa, har politiskar rørslur fáa meiriluta, sum ikki himprast við at seta allar grundreglur til síðis fyri at fremja sína egnu søk, og gera alt fyri at tippa mótmælandi røddirnar.
Tí grundarlagið fyri einum demokrati, er virðingin fyri, at sjónarmiðini eru ymisk, og at rætta kósin helst liggur onkrastaðni mitt ímillum allar tær ymsu hugsjónirnar.
At mann rúmar hvørjum øðrum, at mann hevur virðing fyri hvørjum øðrum, og at mann hevur ein ordiligan tóna – serliga tá mann ikki er samdur.
Sjálvt um eg ikki longur búgvi her, so er Tvøroyri ein partur av mínum dna – og fer altíð at vera tað.
Okur fluttu heimaftur á Tvøroyri í 1980, tí pápi mín John hevði fingið arbeiði á Suðuroyar HF- skeið. Okur vóru væl móttikin. Eg var nýføðingur, men beiggi mín fekk beinanvegin nógvar vinir. Leikutoyið kom ikki úr flytikassunum, tí hann var ongantíð inni. Og mamma mín Óluva fekk góðar vinkonur, sum framvegis hava eitt sterkt samanhald, og fór at arbeiða í kommununi.
Mamma er ikki ættað av Tvøroyri, og sjálvt um bæði beiggi mín og eg nú búgva í Havn, hevur hon ongar ætlanir um at fara nakran veg. Eg haldi, at hon við tíðini hevur fingið tað, sum pápi okkara hevði tað, at heima er á Tvøroyri, at mann skal helst síggja heimsins vakrasta fjall Oyrnafjall – hvønn dag.
Staðið har tú veksur upp, formar teg sum persón. Eg haldi, at okur sum eru voksin upp á Tvøroyri, hava fingið gott í beinið. Tað var so opið og frítt og stuttligt at vera ungur á Tvøroyri, og vinarløgini eru framvegis sterk.
Anna Kirstin skal hava eitt serligt rós fyri at syrgja fyri, at tað helst ikki var nakrað aðrastaðni í Føroyum, at tey ungu dugdu líka væl at dansa sum á Tvøroyri. Okur skeykaðu, dansaðu Fox Trot og rock n ́roll. Onki var óført, heldur ikki tá nýggi dansurin hip hop kom fram. Anna Kirstin legði okkum ungu lag á at læra hendan nýggja dansin – og tað var sjálvandi í høghælaðum skóm.
Tað er so inspirerandi og gleðandi at síggja, at frítíðarlív og mentanarlív framvegis trívist og mennist á Tvøroyri við valkyrjunum, sjónleikarafelagnum, fimleikafelagnum, musikkskúlanum, SALT, Naddoddafelagnum, skjalasavninum, fornminnissavninum, kappróðrarfelagnum og TB – fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.
Tí fyri at skapa eitt gott samfelag, og fyri at trívast, hava okur menniskju tørv á einum ríkum frítíðarlívi, einum sterkum samanhaldi við okkara medmenniskjum, at vera nær náttúruni, vælfungerandi almennum skipanum og einum nýskapandi vinnulívi.
Fortreytirnar fyri hesum eru fantastiskar á Tvøroyri, og gjøgnum tíðirnar hava okur víst, at drívmegin og samanhaldið um at menna hendan býin er sterkt. Mín vón er, at tað í komandi tíðum verður lagdur enn størri dentur á at styrkja samanhaldið, og at finna røttu javnvágina ímillum øll hesi týdningarmiklu viðurskiftini.
Eg fari at enda hesa jóansøkukvøðu við at takka fyri, at eg fekk æruna at seta Jóansøkuna, nú hundrað ár eru liðin síðani fyrsta stevnan var í Suðuroynni, og við at sitera okra kæra Poul F., sum í Tvøroyrarsanginum yrkti: Dró útlongsil tín son frá heimastrond, til suðurheimsins gyltu dreymalond og ævintýrsins djór og blómuverð, altíð heimlongsil higar hann ber.
Góða Jóansøku øll somul
Takk fyri
Facebook viðmerkingar