Suðuroyar Sjúkrahús skal hava nýggjan stjóra

KVF.fo: Klokkan 8.22 seinasta mánamorgun valdi Hans Pauli Henryson at trýsta á send. Hann hevði skrivað ein teldupost við heitinum uppsøgn. Í teldupostinum til Heilsumálaráðið, til Margit Stóra, landsstýriskvinnu, og til Turið Arge, aðalstjóra stóð: “Góðan dag. Sí viðfestu uppsøgn. Vinarliga Hans Pauli Henryson.

Viðfest var eitt bræv. Tað bar heitið starvsuppsøgn. Í brævinum skrivar stjórin stutt og greitt.

“Eg fari hervið at siga meg úr starvi sum stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, og sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Viðvíkjandi uppsagnartíð, so kann grein 8 í setanarsáttmálanum nýtast sum grundarlag. Vinarliga Hans Pauli Henryson”.

Lesið meiri her.

Facebook viðmerkingar