Conny og Ludvig vunnu 24. umfar í sjavskappingini

Nú er seinasta umfar í sjavskappingini áðrenn summarfrítíðina spælt og hetta 24. umfarið vunnu Conny Thomsen og Ludvig Dimon.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Conny Thomsen og Ludvig Dimon, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jacob Petersen og Finn Gærdbo, 3 stig hvør
Nr. 3. Jens Mørk og Páll Lervig, 2 stig hvør
Nr. 4. Anja Bech og Petur Muller, 1 stig hvør

Støðan í sjavskappingini, topp 5:

SpælararStig
seinasta umfar
Stig
tilsamans
Sverri Jacobsen 28
Birgit Poulsen 28
Hans Jacob Bech 26
Elna Poulsen 22
Egill Steintórsson 21
Yvirlitið yvir samlaðu støðuna í sjavskappingini er her.

Suðuroyar Sjavsfelag takkar øllum sjavsarum fyri fyrru helvt av kappingin í sjavs 2023. Takk til øll sum hava stuðlaå Suðuroyar Sjavsfelagnum higartil í 2023. Tit frætta aftur nær vit byrja aftur eftir summarferiuna. Eina heilsu má eg nevna tað er Suðuroyarportalinum, sum fylgir kappingini upp, og hava gjørt tað í nógv ár eftirhondini. Túsund takk

Góða summarferiu øll somul 😀
vh. Suðuroyar Sjavsfelag
Páll Lervig form.

Facebook viðmerkingar