KVF: Smápartafelagið Ocean Harvest í Froðba hevur keypt trolaran Fram úr Vestmanna fyri 4,5 mió. kr.
Felagið Ocean Harvest er nú flutt til Froðba, og viðtøkurnar eru broyttar.
Partapeningurin er hækkaður. Hann er nú 400.000 kr. Hann var 75.000 kr.
Tummas Christophersen er nú stjóri í felagnum.
Nýggjur stjóri
John Bergur Park er farin frá sum stjóri, men hann er tó í nevnd felagsins.
Har eru eisini Mikkjal Hammer, Odd Eliasen, hann er formaður, og Tummas Christophersen.
Fram er bygdur í Noregi í 1989.
Hann kom til Føroya í 2014.
Fram hevur í løtuni einki góðkent fiskiloyvi.
Facebook viðmerkingar