Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í august skal umboða Føroyar til NM kappingina í Finnlandi.
Tríggir dystir eru á skránni, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrst í august fer til árligu NM kappingina, sum í ár verður í Finnlandi.
Ferðalagið fer av landinum týsdagin 1. august, og fyrsti dysturin verður spældur fríggjadagin 4. august klokkan 13, tá Danmark er mótstøðuliðið. Annar dysturin verður móti Noregi sunnudagin 6. august klokkan 18, meðan plaseringsdystirnir verða spældir 8. august, skrivar FSF.
Dystirnir móti Noreg og Danmark verða spældir á Kimpisen Stadion í Lappeenranta.
Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-dreingjunum, hevur nú kunngjørt teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til NM 2023. Teir eru:
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rói Høgnason Wang, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Sebastian Gullfoss, B36
Torkil Árni Poulsen, B36
Sjúrður Saltá, B68
Dánjal Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Rani Josephsen, KÍ
Kim á Tjaldrafløtti, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Signarsson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Erik Johansen, TB
Jósef Ólavsson, Víkingur
Arnór Brandsson, Víkingur
Facebook viðmerkingar