Eli Tausen á Lava- ein tónleikalig vangamynd
Summartónar eru um alt landið í hesum døgum. Í mun til allar hinar tónleikastevnurnar, ið eru staðbundnar og bert ásettar dagar, so er eitt aðalmál hjá Summartónum at spæla tónleik kring alt landið og alt summarið á tamb.
Tónleikabólkurin Aldubáran hevur í ár sett sær fyri, at savna seg um tónleikin hjá unga tónaskaldinum Eli Tausen á Lava.
Tvær konsertir við hansara tónleiki vera. Tann fyrra verður í Hátún á Tórshavnar musikkskúla hóskvøldið 20. juli kl. 20.00 og onnur konsertin fríggjakvøldið 21. juli kl. 18.00 í Vágs kirkju.
Harafturat er aftur konsert sunnudagin 23. juli kl 17.00 í Nólsoyar skúla. Tá verður skráin blandað. Á konsertini í Nólsoy er, umframt tónleik hjá Eli Tausen á Lava, eisini føroyskur tónleikur eftir Paula í Sandagerði, Sunleif Rasmussen, Atla Petersen og Jógvan Waagstein.
26 ára gamli Eli hevur rættiliga gjørt vart við seg sum tónaskald. Hann er framvegis tónleikalesandi, men stórur eftirspurningur er longu nú eftir tónleiki hansara.
Hann lók prógv á Musikkskúla miðnámi á musikkskúlanum 2018 eftir bert tveimum árum, hóast útbúgvingin er sett til at vara trý ár. Hann byrjaði eftir hetta á lærda tónlistarskúlanum í Malmø í Svøríki. Í fjør fór hann til New York at lesa. Komandi skúlaárið verður hann næmingur hjá heimskenda tónaskaldinum Juliu Wolf.
Eli hevur víst serlig evni, og halda tey í Aldubáruni, at sjóneykan skal setast á hansara tónleik á hesum Summartónum.
Skráin verður sett saman, so okkurt er fyri sololjóðføri, smærri bólkar og eitt nýskrivað verk fyri allar 14 tónleikararnar í Aldubáruni, ið nú verður spælt á fyrsta sinni.
Í samband við konsertina í Hátún prátar Knút Háberg Eysturstein við tónaskaldið.
Konsertir:
Hóskvøldið 20. juli kl. 20.00 í Hátún (atgongumerki á kr. 100,- við dyrnar)
Fríggjakvøldið 21. juli kl. 18.00 í Vágs kirkju (ókeypis)
Sunnudagin 23. juli kl. 17.00 í skúlanum í Nólsoy (atgongumerki á kr. 100,- við dyrnar)
Aldubáran:
Sámal Petersen, violin
Jón Festirstein, violin
Birita Dam, viola
Andreas Restorff, sello
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Anna Klett, klarinett
Aksel Remmel, fagott
Kristina Thede Johansen, saksofon
Páll Sólstein, horn
Johan Hentze, trompet
Ólavur Olsen, trompet
Mattias Kapnas, klaver
Ólavur Jakobsen, gittar
Bernharður Wilkinson, stjórnandi
Facebook viðmerkingar