Sólorkuframleiðslan í juni lá á 35,8 MWh, ið er met síðan sólorkulundin í Sumba var tikin í nýtslu í desember 2019. Samanborið við juni 2022, tá framleiðslan var 27 MWh, er hon í ár nærum 8,9 MWh hægri. So góða veðrið í juni var ikki bara til frama fyri fólkið.
Framleiðslan undanfarnu árini vísur at sólorkuframleiðslan vanligvís er hægst í mai, juni og juli. Í ár var framleiðslan tó hægri í apríl enn í mai.
Men hví nýta vit sólorku í Føroyum?
Fyri at náa málinum um 100% burðardygga elorku í 2023, er neyðugt at finna røttu samanseting av orkukeldum. Av tí at framleiðslan av vind- og vatnorku minkar munandi um summarið, tí tá er minni av vindi og regni, er neyðugt at hava aðrar grønar orkukeldur eisini. Í summarhálvuni hava vit í Føroyum nógvar tímar við dagsljósi og/ella sól, tí er møguleiki fyri at vinna elorku úr sól og dagsljósi🌿
Facebook viðmerkingar