Tvøroyrar Bygdar- og Sjóvinnusavn skipar fyri forkunnugari ókeypis framsýning í Doktarahúsinum við millum annað innandura prýðisblómum og -lutum frá 1880 til 1980
Framsýningin, sum er opin leygardagin 22. juli og sunnudagin 23. juli og aftur leygardagin 5. august og sunnudagin 6. august frá klokkan 14 til 18 allar dagarnar, vísir, hvussu rákið við at prýða heimini við blómum gjøgnum áratíggjuni er broytt bæði við urtapottum og avskornum føroyskum og seinni innfluttum blómum.
Hetta er ein livandi framsýning, sum er annaðhvørt vikuskifti í summar, og nýtiknar blómur verða hentaðar til sýningarnar. Her verða eisini nógvar ymiskar stovuplantur at síggja.
Framsýningin er býtt upp í áratíggjur, her ein partur av eini dagligstovu ella spísistovu við innbúgvi frá tíðarskeiðnum eisini verður sýndur fram við stuttari frágreiðing um blómurnar og prýðislutirnar. Lutirnir eru ein blanding av teimum hjá savninum og av læntum lutum. Summar av plantunum eru eisini læntar, og fleiri eru bílagdar serstakliga til framsýningina.
Ætlanin er annars at hava eitt stovuplantutiltak við eitt nú uppboðssølu av stovuplantunum, tá ið sýningarnar eru lidnar. Hetta verður nærri lýst seinni.
Eftir ta væleydnaðu jólaframsýningina, Siðsøgulig jól á Tvøroyri, tosaðu framsýningarráðgevin, Johan Holm Simonsen, og nevndin fyri Tvøroyrar Bygdar- og Sjóvinnusavn saman um at skipa eina tílíka framsýning nakrar ferðir um árið og fáa meiri lív í savnið, ið varðar av nógvum fínum lutum og hevur góðar umstøður at sýna fram. Í hesum sambandi varð avrátt at virka fyri eini blómusýning til summarið og søkt varð um fíggjarligan stuðul frá Almanna- og Mentamálaráðnum, ið játtaði.
Tvøroyrar Bygdar- og Sjóvinnusavn hevur, umframt Doktarahúsið, lánt Pakkhús 5 frá kommununi at sýna fram í. Her eru millum annað forvitnislig framsýning av myndum, fiskireiðskapi, arbeiðsamboðum og øðrum lutum.
Fyrireikararnir gleða seg til at lata tær ókeypis framsýningarnar í Doktarahúsinum og Pakkhúsi 5 upp á Tvøroyri hetta vikuskiftið 22. og 23. juli leygardagin og sunnudagin 5. og 6. august frá klokkan 14 til 18.
Facebook viðmerkingar