Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin 15. juni 2023 hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.

Út – og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 %-stigum p.a fyri bæði privat- og
vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi 28. august 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Facebook viðmerkingar