Tórskvøldið tann 22. juni fingu næmingar í FSA Suðuroy handað prógv í føroyskum sum annaðmál, og tað var hátíðarhildið við eini próvhandan í stórfingnu mentanarborgini í Salti á Drelnesi.
FSA Suðuroy, “Føroyskt sum annað mál í Suðuroy”, er eitt samstarv millum allar kommunurnar í oynni og Barna- og útbúgvingarmálaráði (BUMR) um at veita eina felags dygdargóða útbúgvingarskipan fyri tilflytararar sum hava føroyskt sum annaðmál, har næmingar millum annað verða mæltir til at taka eina útbúgving 20 tímar um vikuna sambært Námsætlanini Føroyskt sum annaðmál (vaksin) og somuleiðis eru fleiri styttri skeið bjóða út, til tey sum ikki kunnu luttaka 20 tímar um vikuna.
Til próvhandanina 22.juni var talan um 18 næmingar, sum hesaferð hava lokið prógv á øllum 3 útbúgvingunum á stigunum 1, 2 og 3.
Undirvísarar eru Majken S. Gaard úr Vági og Jóna Christiansen úr Hvalba.
Undirvísararnir lata væl at næmingunum, ið hava gingið reglugliga til undirvísing og fegnast um at samstarv er millum landið og kommunurnar.
Tilflytaratalið hækkar alsamt
Hagtøl vísa, at tilflytaratalið í Suðuroy er hækkað alsamt fyri hvørt ár og tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál er vorðin størri og størri.
Í 2012 vóru 112 persónar við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum, tað svaraði tá til 2.4 % við persónum við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum – av fólkatalinum í Suðuroy. Í Suðuroy er mynstrið týðuligt og kurvin gongur bert ein veg, tað er uppeftir.
Í 2022 var fólkatalið 4.674 meðan 228 av hesum fólkum eru persónar við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum. Hetta er ein øking uppá 100 % uppá meira enn 10 ár, sostatt eru fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum 4.9 % av fólkatalinum í Suðuroy. (Kelda: Hagstovan)
Samstarv alneyðugt
Tískil er samstarvið alneyðugt um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál millum land og kommunur, samstundis sum tað er til stóra gleði fyri øll. Tí tað er gjøgnum málið, at tilflytarar best kunnu blíva ein partur av samfelagnum.
Gongdin vísir eisini á týdningin av eini væl skipaðari integrasjón við greiðum mannagongdum og krøvum, soleiðis at talan er um inklusjón av tilflytarum – borgarar sum hava valt Føroyar sum sítt annað heim – so tað ikki endar við eksklusjón. Millum annað hetta nevndi Lív Næs, kvøldskúlaleiðari og samskipari fyri FSA Suðuroy, tá hon bar fram røðu. Hon fegnaðist eisini í røðu síni um, at málið um lestrarstuðul til teirra, sum læra føroyskt sum annaðmál, er reist á tingi. Tað er Hanna Jensen, fyri Framsókn, sum hevur sett landstýrismanninum í skúlamálum ein fyrispurning um lestrarstuðulin.
Í røðuni hjá samskiparanum fyri FSA Suðuroy varð nevnt, at um tilflytarar við føroyskum sum annaðmál skulu fylgja eini 20 tíma alment góðkendari útbúgvingarskipan, so kann einki annað vera nøktandi, enn at tey sjálvandi fáa lestrarstuðul hetta tíðarskeiðið. Tilflytarar við føroyskum sum annaðmál skulu eisini gjalda sína olju og hava breyð á borðið.
Til próvhandanina bar Marisa Bærendsen fram næmingarøðu og næmingarnir sungu tveir sangir á føroyskum, “Mær hóvar blómur” og “Tel upp í eitt”.
Undirvísararnir handaðu næmingunum prógvini og blómur.
Umboð fyri kommunurnar í oynni vóru til staðar til próvhandanina og lótu væl at samstarvinum. Varðarborgarstjórin á Tvøroyri Anita Vibergsdóttir, rósti næmingunum og undirvísarunum. Hon hevði vøkur og rósandi orð at bera. Hon var rørd av vøkru hátíðarløtuni og legði dent á týdningin av undirvísingartilboðnum og takkaði fyri alt arbeiðið sum var lagt í hetta økið.
FSA Suðuroy ynskir næmingunum hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr frameftir.
Tilmeldingarskipanin til komandi skúlaár letur upp seint í august og tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.kvungskuli.fo
Nærri kunning kemur seinni.
Facebook viðmerkingar