Onyekachi Hope Ugwuadu er nýggjur í hópinum hjá TB. Áleyparin úr Nigeria hevur nú fingið loyvini upp á pláss og er klárur til ólavsøkudystin móti ÍF, sum verður 29. juli.
– Kachi er TBari og klárur til ólavsøku. Alt er nú komið uppá pláss hjá nýggja nigerianska áleyparanum hjá TB. Kachi er 26 ára gamal og kom til norskan fótbólt í 2015 og hevur royndir bæði úr bestu og næstbestu deildini í Noregi. Millum annað hevur hann spælt saman við okra Gilla Rólantsson í Odd, skrivar TB.
Bolt.fo skrivar, at hann er sambært Transfermarkt er hann skrásettur fyri 41 dystir og trý mál í bestu deildini í Norra, og 66 dystir og 16 mál í næstbestu deildini í Norra.
TB spælir 29. juli móti ÍF á Tórsvølli.
Kelda: in.fo
Facebook viðmerkingar