Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu og Samferðslumálum, segði í Løgtinginum í dag, at prísskipanin hjá Strandfaraskipum Landsins verður broytt við virknaði frá 1. januar komandi.
Røðan hjá Dennis Holm er her:
Frú forkvinna
Upprunaliga hevði eg ætlað mær at tosa um viðurskifti viðvíkjandi fiskivinnu og samferðslu, men tað vildi verið næstan óseriøst ikki at tosa um KÍ og Klaksvík á Tingsins røðarapalli í dag – eftir stóra bragdi í Gøteborg í gjárkvøldið.
Enn einaferð hjartaliga tillukku KÍ, Klaksvík og fótbólts Føroyar.
Kanska eiga okur sum sita í landsins leiðslu, umboðandi føroyafólk, at læra av KÍ. KÍ flutti í 2009 niður í næstbestu deildina. Fyri næststørsta pláss í landinum ein stórur fótbóltsligur niðurtúrur. Men felagið mannaði seg upp og setti sjálvandi mál um at flyta uppaftur í bestu deildina beinanvegin – og hetta eydnaðist eisini árið eftir, tá KÍ bleiv nr. 2 í 1. deild og saman við 07 Vestur flutti upp í bestu deildina.
Næsti árini hjá KÍ vóru nokk so trilvandi, men sum Tummas Lervig, formaður í KÍ greiddi frá, so vildi KÍ meiri og setti sær stór mál. Fyrst um at gerast best í Føroyum, tá málið náddu tey í 2019, og síðani settu tey sera høg, næstan óverulig mál um at vinna seg víðari til bólkaspælið í Evropeisku fótbóltskappingini. Tað bragdið framdi KÍ-felagsskapurin í gjárkvøldið í Gøteborg.
KÍ-formaðurin greiddi eisini frá, hvussu fólk í og kring KÍ hava verið grundvøllurin undir at náa stóru málunum og skriva føroyska fótbólts- og ítróttarsøgu. Og okur eru nógv sum gleða okkum at fylgja KÍ komandi vikurnar – og eftir tað í bólkaspælinum í Evropeiskari fótbóltskapping. Hvør hevði trúð tí fyrr bara nøkrum mánaðum síðani?
Tá man setur sær stór, næstan óverulig mál, tá eru tað altíð nøkur sum rista við høvdinum og venda tummilin niður – onnur trúgva uppá tað, taka avbjóðingina í størsta álvara og fara í góðum felagsskapi við dirvi og áræði undir stóru uppgávuna – og KÍ hevur so dyggiliga víst, hvat ein felagsskapur megnar.
Sjálvandi megna okur eisini ein sjálvberandi føroyskan búskap, samstundis sum okur framhaldandi útbyggja og menna landið alt sum tað er. Og sjálvandi megna okur í góðum felagsskapi at skapa einar sjálvstøðugar Føroyar – har tey virðini, sum okur skapa, eru grundvøllurin undir samfelagnum.
Frú forkvinna
Grundvøllurin undir framhaldandi vøkstri er beint her – er í havinum kring okkara vøkru oyggjar og á firðum okkara.
Okur koma í ár væntandi at fiska 700-750.000 tons av fiski. Størsti parturin er uppsjóvarfiskur – samlaðu kvoturnar av makreli, svartkjafti og norðhavssild hjá føroyskum skipum at fiska í 2023 (íroknað flytingum frá 2022) er um 690.000 tons (hetta er um 190.000 tons meiri enn í 2022).
Sambært hagtølunum hjá VØRN fiskaðu okur í 2022 fyri umleið 3,9 milliardir krónur. Størri kvotur í ár benda á, at tað ferð at verða fiskað fyri enn størri virðir í ár, enn tað var í fjør.
MEN okur eiga eisini at fáa meiri burturúr hvørjum kg av fiski – okur eiga, sum KÍ hevur gjørt, at seta okkum stór mál um at fáa meiri burturúr. Tí er eisini sett fokus á nýskapan og virðisøking – nettupp fyri at fáa meiri burturúr tilfeinginum. Fiskivinnan er jú ein av bulunum undir samfelagsbúskapinum – og fæst meiri burturúr tilfeinginum, so verður tað øllum at frama: Manningum og reiðaríum, arbeiðsfólki og fyritøkum á landi, kommunukassum og landskassanum – ja, tað verður til frama fyri alt samfelagið.
-Og ja, tað er vinnan sum má ganga á odda í samband við nýskapan og virðisøking. Men landið eigur sjálvandi at “spæla við” og eggja til nýskapan og menning – eins og man hevur gjørt í nógv ár umvegis Fiskivinnuroyndir og Fiskivinnugransking. -Og nú er so gongd sett á at uppraðfesta hetta arbeiðið í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tí okur skulu fáa meiri burturúr!
Eg hugsi eisini, at tað er neyðugt at seta eyka fokus á júst nýskapan og virðisøking, nú heildarveiðan av upsa, hýsu og toski undir Føroyum hava verið lág ella niðureftirgangandi seinastu árini. Neyðugt er at fáa meiri burturúr veiddu nøgdini – og har skal nýskapan og menning til – og er hetta eisini ein liður í at skapa framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum.
Eg gleðist um glottarnar á Føroya Banka, har toska-stovnurin tykist verða komin fyri seg – og hýsu-stovnurin somuleiðis – og skapar hetta vón um at Føroya Banki aftur kann gerast ein partur av grundarlagnum hjá einum parti av heimaflotanum – sum hevur havt tað so trupult seinastu árini.
Eg havi eisini hug at nevna at tað í bæði landbúnaðarmálum og í fiskivinnumálum er sett gongd á arbeiðið at tryggja, at okur gerast meiri sjálvbjargin við matvørum – og minni bundin av innfluttum vørum. Fiskur er ein týðandi liður í hesum – og er hetta eisini í tráð við nýggjastu norðurlendsku kosttilmælini, har mælt verður til at eta meiri fisk. Ein liður í hesum arbeiði er at gera føroyskar matvørur – eisini fisk – betri atkomiligan, at stimbra eftirspurningin og við tí skapa betri grundarlag undir framleiðsluni og útboðnum av føroyskum matvørum – til frama fyri okkum sum brúkarar og til frama fyri einari røð av smá-framleiðarum kring landið.
Har eru sjálvandi nógv onnur viðurskifti á fiskivinnuøkinum, sum eg kundi nortið við – nøkur av teimum, t.d. brúksskylda og longdin á veiðuloyvunum fáa okur høvið at umrøða meiri seinni.
Men eitt økið, sum okur, sum siglandi tjóð, í felag eiga at fáa loyst, er at fáa dagført skipini hjá VØRN, soleiðis at okkara fiskiveiðieftirlit og ikki minst okkara trygd á sjónum verður flutt fram í nútíðarsamfelagið. Sum siglandi tjóð er tað rætt og slætt ikki haldbart at annað av skipunum hjá VØRN innan nøkur fá ár fer um tey hálvthundrað – hetta eiga okur at gera betur.
Frú forkvinna
Íløgur í infrakervið hava í nógv áratíggju verið eitt raðfest økið hjá skiftandi samgongum. Hesar íløgur hava eisini ført við sær, at um nakrir mánaðir fer tað at bera til hjá meiri enn 90% av føroyafólk at kunna koyra kring landið á einum samanbundnum vegakervi – at koyra úr túninum og í túni hvør hjá øðrum.
Seinastu 70 árini er ferðatíðin frá flestu plássum kring landið til miðstaðarøkið stytt úr 3-4 tímum niður í 30-45 minuttir. Veruleikin hjá fólki í hesum økjum er broyttur frá at gerandisdagurin varð stýrdur av einari ferðaætlan, av bíðirøðum, av ferðatíð um fjørðin ella stýrdur av veðrinum í hæddinum – til nú at hava fullan flexibilitet – til at kunna fara og koma tá tey hava hug, antin tí tað nú er landfast ella tí hol er ígjøgnum fjallið.
Og hetta hevur eisini givið fólkið í hesum pørtum av landinum nýggjar møguleikar, tí nú er full atgongd til tann góða arbeiðsmarknaðin í meginøkinum.
Suðuroyggin er tó ikki partur av hesum framburði og hesum møguleikum. Ferðatíðin úr Suðuroynni til miðstaðarøkið er í dag á leið hin sama sum fyri út við 50 árum síðani – og gerandisdagurin hjá suðuroyingum er framvegis skipaður í mun til eina ferðaætlan, eisini hóast fráferðirnar í dag eru nakrar fáar fleiri enn tær vóru tá gamli Smyril byrjaði at sigla í 1975.
Støðan avmarkar eisini møguleikarnar hjá fólki í Suðuroynni – og hetta sæst eisini aftur í gongdina í fólkatalinum, sum hevur verið heilt alarmerandi í nógv nógv ár. Hetta slær nú eisini hart út í barnatalinum – sum jú er grundarlag undir framtíðini. Fyrra hálvár í ár eru tað fødd 14 børn í allari Suðuroynni, tvey fleiri enn í Sjóvar kommunu, har tað búgva 1.200 fólk. Í Suðuroynni búgva í løtuni 4.624 fólk – eini 40 fólk færri enn somu tíð í fjør.
Frú forkvinna
Tað er natúrligt er at halda áfram at knýta landið saman – og geva fólki kring landið somu møguleikar at virka og liva í hesum vakra landi. Og tí er ferð eisini sett á allar forkanningar í samband við Suðuroyartunnilin, soleiðis at okur innan alt ov langa tíð hava eitt gott og sterkt grundarlag at taka støðu út frá. Og tá støða skal takast, so ivist eg ikki í hvør niðurstøðan verður.
Komandi árið fáa fleiri økir kring landið eisini betri samband – Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, Tunlarnir Norður um Fjall og Fámjinstunnilin verða lidnir og lata upp fyri ferðslu, og Dalstunnilin verður skotin ígjøgnum og farið verður undir at gera tunnilin lidnan.
Samgongan hevur eisini raðfest at betra um “infrakervið” til smærri oyggjarnar og hevur sett á skrá endurnýggjan av strandferðsluflotan, sum røkir hesar farleiðir – og er tað mín vón at fígging kann fáast, soleiðis at gongd kann setast á hetta alneyðuga arbeiðið longu komandi ár.
Ein broyting, sum verður sett í verk eftir ársskiftið, sum ávirkar oyggjabúgvar kring landið, er at prísskipanin hjá Strandfaraskipunum verður broytt – og í tráð við samgonguskjalið verða prísirnar endurskoðaðir fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum av landinum.
Frú forkvinna
Í samband við íløgur í infrakervið, so verður nógv tosað um kostnaðinum av útbyggingunum av infrakervinum – kostnaðin av vegum, tunlum, undirsjóvartunlum og samferðsluskipum. Kanska hevði tað tænt kjakinum at enn meiri varð tosað um ágóðar sum eitt vælútbygt infrakervið hevur við sær – og eisini um hvørja ávirkan Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyar- og Sandoyartunlar og hinir tunlarnar – herundir komandi Suðuroyartunnilin – hava og koma at fáa á búskaparvøkstur í Føroyum.
Tað at hava flexibilitet – tað at kunna virka lætt kring alt landið bæði sum persónur og sum fyritøka – er partur av grundarlagnum undir einum fjøltáttaðum bústaðar- og vinnumynstrið kring alt landið. Tá alt landið er við, so er grundarlagið undir framhaldandi búskaparvøkstri eisini so sterkt sum tilber. -Og tí eru framhaldandi útbygging av infrakervinum ein týðandi partur í at skapa javnvág fyri fólk og vinnu kring landið – øllum økjum og øllum landinum at frama.
Takk fyri.
Facebook viðmerkingar