Tá Ljósfest verður í Vági í august, verður tað Sonne Smith, ið setir tiltakið, ið rúmar mentanartiltøkum av ymsum slag, har m.a. framsýningar, heiðran av fólki og tónleikur á skránni.
Sonne Smith eigur óivað eina av kendastu útvarpsrøddum í landinum, og hann hevur fingist nógv við tónleik, t.d. sum vertur í tónleikasendingum.
Sonne Smith er føddur í Vági ólavsøkudag í 1946. Hann tók hægri handilsprógv í Odense í 1968, og journalistprógv á DanmarksJournalisthøjslole í 1977. Høvuðsgrein hansara á journalistháskúlanum var heimspolitikkur, og var hetta seinni støði undir sendingum, ið hann gjørdi saman við Hans Holm.
Sonne Smith var ein teirra, ið legði lunnar undir sendingar við popptónleiki í Útvarpi Føroya. Hetta var longu í 1968, og hann var við til at byrja sendingina 15 Tær Bestu, ið var á skrá í mong, mong ár.
Sonne Smith hevur drúgva yrkisleið sum journalistur í útvarpi og á bløðum. Á yngri árum var hann arbeiðsmaður, fiskimaður, krambakallur og skrivstovumaður.
Sonne Smith hevur spælt við í fleiri sjónleikum sum áhugaleikari, og hann hevur skrivað bøkur, t.d. bókina um frítíðarfelagiðKaggan, sum hann var við til at seta á stovn í 1969.
Sonne Smith er sonur listamannin William Smith, og kenda listakvinnan Ruth Smith var sostatt fastir hansara.
Sonne Smith býr nú, eftir mong ár í Havn, á Tvøroyri.
Sonne Smith setir Ljósfest í Vági tann 12. august 2023.
Facebook viðmerkingar