Hans Jacob og Egill vunnu 39. umfar í sjavs

Farna ónskvøld (22. nov.) var 39. og næst-seinasta umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í Húsinum við Á í Porkeri.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Petur Midjord og John Jacobsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Thomar Hermanssen og Jens Mørk, 1 stig hvør.

Seinasta umfar í sjavskappingini verður í Húsinum í Á í kvøld, ónskvøldið 29. nov., og byrjað verður kl. 18.30. Sum vant eru øll vælkomin.

Facebook viðmerkingar