Eitt av góðu málunum við pensjónsnýskipanini í 2019 var, at fólk fingu møguleikan at søkja framskundaða pensjón. Hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum eftir eitt langt arbeiðslív kunnu trekkja seg av arbeiðsmarknaðinum áðrenn tíð uttan at fara á fyritíðarpensjón.
Kortini hoyrist lutfalsliga lítið um hendan góða møguleikan, og spurningurin er tí, um hetta tilboðið er nóg sjónligt ella nóg væl kunnað um. Tí hevur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna Javnaðarfloksins, sett landsstýriskvinnuni í almannamálum nakrar fyrispurningar um málið
Tað var tann 1. desember í 2019, at rætturin til framskundaða pensjón kom í gildi. Treytin fyri at søkja er, at arbeiðsførleikin varandi er minkaður við í minsta lagi eini helvt. Tað er, at tú ikki megnar at arbeiða meira enn hálva tíð. Tú kanst í fyrsta lagi søkja um framskundaða pensjón trý ár áðrenn pensjónsaldur.
Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum stendur at lesa, at borgarar, sum eru fyltir 64 ár, heldur skulu søkja um framskundaða pensjón enn fyritíðarpensjón, tí viðgerðin er skjótari, og veitingin er galdandi frá fyrsta í mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina.
Facebook viðmerkingar