Nú er hon komin út á prent, søgan um Sumbiar sókn. Við heitnum SAGA SUMBINGA í trimum pørtum, verður framløga í Samkomuhúsinum í Sumba leygardagin 9. desember millum kl. 14 og 16. Tá verður eisini møguligt at ogna sær bøkurnar.
Fyrsti parturin er um Sumba: sagnir og søgur, mentan og staðarnøvn o.a.
Annar partur er um Ættartøl sumbinga.
Triði partur er um Akrabyrgi, Akraberg, Víkarbyrgi, Agrar og Lobra: sagnir, søgur og ættartøl.
Beinar Vestergaard hevur skrivað Saga Sumbinga.
Facebook viðmerkingar