Vælumtóku kvinnu- og harraborðhaldini, sum hava eina áratíggju langa søgu í Vági verða sjálvandi aftur í ár, og í ár eru tey leygardag 2. mars.
Kvinnuborðhald í VB-húsinum
Kvinnuborðhaldið er sum vant í VB-húsinum, har borðreitt verður við tí stóra kalda borðinum, og sjálvandi er eisini skemt og felagssangur á skránni.
Tekningarlistar til kvinnuborðhaldið liggja á vanligum støðum og er seinasta freist at tekna seg tórskvøldið 29. februar.
Harraborðhald í Stóra Pakkhúsi
Harraborðhaldið er í Stóra Pakkhúsi, har borðreitt verður við framúr góðum mati, sum Hallur og Sára Midjord standa fyri.
Atgongumerkini til Harraborðhaldið verða seld í Stóra Pakkhúsi fríggjadagin 23. februar kl. 17.
Dansur í VB-húsinum
Sum vant verður góður almennur dansur í VB-húsinum eftir borðhaldini hjá kvinnum og monnum.
Facebook viðmerkingar