Suðuroyar Sparikassi framhaldandi høvuðssponsor hjá Vágs Kappróðrarfelag

Samstarvið við Vágs Kappróðrarfelag heldur fram og Suðuroyar Sparikassi verður framhaldandi høvuðssponsor trý tey næstu árini hjá felagnum.

Vágs Kappróðrarfelag er eitt felag við nýhugsan, og hetta sæst aftur í kørmunum tey geva ungdóminum og góðu úrslitunum eitt nú í inniróðri. Vit í Suðuroyar Sparikassa fegnast um at hava longt sponsoravtaluna enn einaferð 😊

Gott róðrarár til nevndina og allar manningarnar 🚣🚣‍♂️💪

Hon fremst av øllum er – vár tjóðarítrótt her, og spentir bivast barmar – hvør fremst um málið fer.

Facebook viðmerkingar