Semingsstovnurin er boðsendur
Samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri maskinmanningarnar á Strandfaraskipum Landsins eru slitnaðar, og semingsstovnurin boðsendur. Samráðingarnar um hinar almennu sáttmálarnar hjá Maskinmeistarafelagnum halda tó fram
Maskinmeistarafelagið hevur í dag biðið semingsstovnin um at taka um endan í royndini at finna semju um nýggjan sáttmála fyri Strandfaraskip Landsins (SSL).
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at tey halda seg hava troytt allar møguleikar at finna semju við vanligum samráðingum.
Vit hava havt sjey samráðingarfundir um SSL-sáttmálan. Gaman í hava vit ikki bara sitið og stært at hvørjum øðrum, vit hava havt seriøsar samráðingar og eisini fingið nøkur viðurskifti upp á pláss.
Men í teimum stóru málunum, sum eru avgerandi fyri okkum í hesum samráðingunum, stendur í botni, og tað hevur tað gjørt alla tíðina. Nú eru vit so komin haðar, at vit ikki halda tað tæna nøkrum endamáli at draga pínuna longur út. Tí hava vit slitið samráðingarnar um SSl-sáttmálan, og seinnapartin greiddi eg so Terja Sigurdsson, semingsmanni, frá støðuni. Væntandi fer hann undir semingsroyndirnar í næstum, sigur hann.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vil tó ikki siga, hvørji tey stóru og avgerandi málini eru, sum skilja partarnar.
Nú skal semingsmaðurin hava frið at gera sítt arbeiði uttan at verða órógvaður av boðskapum frá okkum, sigur hann.
Aðrar samráðingar liva
SSL-sáttmálin er bara ein av fleiri sáttmálum millum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og almennu arbeiðsgevararnar, sum samráðst verður um í løtuni. Í nøkrum av samráðingunum sita umboð fyri bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, við samráðingarborðið, meðan Fíggjarmálaráðið er einsamalt um nakrar.
Talan er um sáttmálarnir við teir báðar interkommunalu felagsskapirnar SEV og IRF, sáttmálin fyri alment settar maskinmeistarar á landi, og sáttmálarnir fyri maskinmeistararnar hjá Vørn og Havstovuni.
Allar hesar samráðingarnar halda fram, sjálvt um samráðingarnar um SSL-sáttmálan eru slitnaðar.
– Eg havi hampuliga góðar vónir um, at partarnir sjálvir fara at finna semjur um Vørn og Havstovuna, hóast tað eisini har snýr seg um siglandi maskinmeistarar, eins og hjá SSL, tí knútarnir eru ikki teir somu. Og eg vænti eisini, at vit røkka einum úrsliti í samráðingunum um sáttmálarnar á landi. Fundur við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og KAF um teir alment settu maskinmeistararnar á landi og IRF-sáttmálan er avtalaður at verða 12. juni, greiðir Arnfinn Bech frá.
(MYND, Arnfinn Bech uttan fyri MF)
Vit halda tað ikki tæna nøkrum endamáli at draga pínuna longur út. Tí hava vit slitið samráðingarnar um SSl-sáttmálan, og seinnapartin greiddi eg so Terja Sigurdsson, semingsmanni, frá støðuni. Væntandi fer hann undir semingsroyndirnar í næstum, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Facebook viðmerkingar