Farið verður nú undir at fyrireika búpláss til 24 vaksin fólk við autismu.
Tvær verkætlanir eru lidnar í hesum samgonguskeiðinum. Tann triðja verður liðug nú fyri summarfrítíðina.
Landsverk skipaði í februar fyri útboð av ráðgeving og prosjektering av sambýlinum við Rygsá. Dómsnevndin fekk sjey uppskot at taka støðu til. EYA arkitektar saman við CUBO arkitektum, vunnu útboðið, og skulu standa fyri ráðgeving og prosjektering .
Gongur eftir ætlan, verður farið undir at byggja miðskeiðis í 2025.
“Vit leggja okkum eftir at byggja so skjótt, sum til ber. Men fyri at góðskan skal vera góð, er alneyðugt at fyrireika seg væl. Og tað hevur í tí sambandi stóran týdning, at avvarðandi feløg kenna seg hoyrd í tilgongdini, so vit fáa bygt bestu møguligu karmarnar fyri tey, ið skulu búgva og starvast á sambýlinum”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Málbólkurin, sum bygt verður til við Rygsá, eru fólk við autismu, sum hava miðal ella stóran tørv á hjálp og stuðli í gerandisdegnum.
Facebook viðmerkingar